Spennandi dagur hjá 1700 fólkum

Í næstu viku fáa 1.700 fólk at vita, hvar tey standa á bíðilistanum at fáa bústað frá Bústøðum

Nú er greitt, hvør skal fáa íbúð frá Bústøðum.

 

 Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, á ráðstevnu hjá Landsfelagi pensjónistanna í morgun.

 

Bústaðir hava sett sær fyri at byggja 100 íbúðir um árið tey næstu árini og í september mánaði var høvi hjá fólki at skriva seg upp til bústað.

 

 

Sí fleiri myndir frá ráðstevnuni hjá Landsfelag Pensjónistanna við at TRÝSTA HER

 

 

Øll sum skrivaðu seg upp til bústað eru á jøvnum føti at fáa bústað. Og fyri at gera tað so rættvíst sum gjørligt, avgjørdi Bústaðir rætt og slætt at kasta lut ímillum allar umsøkjarnar um, hvat nummar á bíðilistanum, hvør skuldi standa.

 

Men tey, sum skrivaðu seg upp tá ið september var farin, vórðu sett aftast á bíðilistan.

 

Tá ið september mánaði var farin, høvdu gott 1700 fólk skrivað seg á bíðilista hjá Bústøðum og síðani eru 50 umsóknir komnar afturat.

 

 

Les eisini greinina: Sambýli og røktarheim skulu leggjast niður

 

 

Á ráðstevnu hjá Landsfelagnum hjá pensjónistunum í dag, greiddi Andras Róin, at nú eru tey liðug at skráseta allar umsóknirnar.

 

 Hann sigur, at Bústaðir hava eisini havt lukatast ímillum umsøkjarnar.

 

Í hesum sambandi hevur ein telda drigið umsøkjararnar fram í tilvildarligari raðfylgju, undir eftirliti av ríkisgóðkendum grannskoðara.

Hetta merkir, at mitt í næstu vikuni fáa allir umsøkjarar bræv frá Bústøðum um, hvat nummar tey eru á bíðilistanum.

 

Tey, sum kunnu gleða seg mest, eru teir tríggir umsøkjararnir, sum standa fremst á bíðilistanum til eina íbúð á Tvøroyri.

 

Har fekk Bústaðir tríggjar íbúðir síðst í september, men tey hava staðið tómar til lutakastið hjá Bústøðum hevði verið.