Saab 9-4X BioPower Concept hevði premieru á bilaframsýningini í Detroit í USA. Bilurin er tann fyrsti sonevndi crossover frá Saab, sum er ein blandingur av einum vanligum persónbili og SUV. Saab 9-4X hevur smart design við framkomnari 4x4 teknologi, sum eisini er at finna í Saab 9-3.
2,0 litra BioPower motorurin hevur 300 hk og eitt botntrekk upp á 400 Nm. Brennievnið er E85, sum er ein blanding við 85 prosentum av ethanol og 15 prosentum av bensini. Dálkingin frá útstoytunum á hesum bilum er upp til 70 prosent minni enn á vanligum bilum.
Designið líkist konceptbilinum Saab Aero X frá 2006, og hesin konseptbilurin er gjørdur fyri at vísa, hvussu ein komandi Saab crossover væntandi kemur at síggja út. Einki verður tó sagt um, nær bilurin kemur á marknaðin.
mg