Spennandi Champions League kvøld

Serliga Bólkur G sær spennandi út. Har hittast Real Madrid og Ajax á Bernabeu í Madrid. José Mourinho og hansara menn vunnu í vikuskiftinum fyrsta heimadystin í La Liga. AC Milan hevur styrkt sær nógv um hópin til hetta kappingarárið. Í evstu løtu komu bæði Robinho og Zlatan Ibrahimovic til felagið. Teir teka ímóti franska Auxerre.

 

Tapandi finalistarnir frá í fjør, Bayern Munchen, taka á Allianz Arena ímóti AS Roma. Oddaliðið í Premier League er á útivølli ímóti Zilina, meðan Arsenal heima tekur ímóti Braga, sum vann á spanska Sevilla fyri at koma í bólkaspælið.

 

Bólkur E:

 

Bayern Munchen ? Roma

CFR Cluj ? Basel

 

Bólkur F:

 

Marseille ? Spartak Moskova

Zilina ? Chelsea

 

Bólkur G:

 

AC Milan - Auxerre

Real Madrid ? Ajax

 

Bólkur H:

 

Arsenal ? Braga

Shakhtar Donetsk ? Partizan Beograd

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19.45