Tað er nú greitt, at barnaleikurin, Óðins Eyga, verður vístur á G! Festivalinum í ár.
Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin.
Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum, sum er um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini.
- Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar – ikki minst gudin Loka.
- Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum, Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.
Leikurin er upprunaliga svenskur, og hann er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og tað er eisini hann, ið hevur leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga.
- Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur týtt leikin til føroyskt.
Tað er ókeypis at vera á G! til klokkan 16 um dagin og tvær sýningar eru áðrenn tað, so tær eru ókeypis.










