Í gjárkvøldi vórðu innleiðandi umfør í einmansleiki í badminton leikt í badmintonhøllini í Havn Tað er FM vinnarin í 2010 Aksel Poulsen, ið skal dystast ímóti 3 falda FM vinnarinum frá 2006-2008 Niclas Eysturoy. Aksel kom rættiliga lætt í finaluna. Í innleiðandi umførunum varð hann ongantíð rættiliga trýstur. Í hálvfinaluni spældi hann ímóti 15 ára gamla Nikolaj Gunnarstein. Tann dysturin endaði 21-19 21-12. Leiðin hjá Niclas Eysturoy í finaluna var nakað strævnari. Hann spældi ímóti Benjamin Gunnarstein í hálvfinaluni og vann við settsiffrunum 21-19, 12-21 og 21-10. Øll tey trý árini Niclas var føroyameistari var hann í finaluni ímóti Aksel Poulsen, so hóast Aksel Poulsen er favorittur at vinna NEMA FM 2011 hevur Niclas eina yvirvág í innanhýsis kampunum teirra millum.
Hjá kvinnunum gekk sum væntað. Sigrun Smith spældi seg lættliga til plássið í finaluni meðan ungi FM vinnarin frá í fjør Rannvá Carlsson spældi seg næstan eins lætt til hitt plássið í finaluni. Tað er ongin ivi um at Sigrun Smith er stórfavorittur at vinna hendan dystin, men sum Rannvá hevur ment seg í seinastuni og við tí spælinum, sum hon vísti í gjárkvøldi, kann hendan finalan fara at gerast ein rættiliga spennandi dystur ímillum tað royndu gávuríku Sigrun Smith og unga stórtalentið Rannvu Carlsson.









