Spennandi bók um eitt róðursbragd

Í farnu viku kom út bókin ?Mot strømmen?, sum norðmaðurin Olav Lie Gundersen hevur skrivað um ferð sína til Føroyar á sumri 2005. Hetta var ikki hvør sum helst ferð, men ein long róðrarferð við bátinum Barbara úr Noregi til Porkeris.

Saman við sær hevði Olav vinmannin Tommy Skeide, og løgdu teir frá landi út á eina 660 kilometrar langa fer við árum í hendi. Fyrst varð róð til Hetlands, haðani leiðin varð løgd móti Føroyum.

Hetta var ein ferð tvørtur um heimsins mest krevjandi havøki, og var í roynd og veru ein slík, sum eingin hevði gjørt undan teimum ?heldur ikki víkingarnir sum høvdu segl til hjálpar.

Eftir tógvið stríð á víðopnum havi komu teir endiliga at landi í Porkeri um ólavsøkuleitið 2005.

Teir vórðu sera bilsnir av, at fólk stóð fyri teimum á bryggjuni í Porkeri. Tey høvdu í roynd og veru bíðað eftir teimum, og so gjørdi einki at klokkan var 5:15, tá ferðin var at enda komin.

Nú hevur so Erik Torjusen hjálpt Olavi at skriva eina bók um hesa spennandi ferðina, sum má sigast at hava verið eitt stórt bragd.

Olav og Terje eru í Føroyum í hesum døgum í samband við Lívsstílsstevnuna. Her fara teir millum annað at greiða frá, hvat tað vil siga at taka við eini avbjóðing og fullføra hana.

Í so máta er bókin besta prógvið um at tað veruliga ber til!