-Spennandi at spæla á Christiansborg

Tað er ikki hvønn dag, at ein sangari fær høvið at syngja inni á háborgini hjá danska Fólkatinginum. Men nú skulu Anna Faroe, Hans Petur í Brekkunum og Kim Hansen inn í Christiansborg at royna seg.

 

Tað er mentanarnátt á skránni fríggjadagin, og føroysku fólkatingsliminir hava tikið stig til at vísa føroyskan tónleik hetta kvøldið.

 

Og tað merkir, at Anna Faroe, Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum skulu framføra fyri teimum, sum luttaka.

 

Anna Faroe staðfestir, at hetta er fyrstu ferð hon framførir á Christiansborg, og at tað er nakað øðrvísi, enn at spæla aðrastaðni.

 

- Tað er ein ótrúliga spennandi uppgáva. Eg havi ongantíð verið á Christiansborg, og eg havi ongantíð spælt saman við Kim Hansen og Hans Petur í Brekkunum áður, so tað gleði eg meg til, sigur Anna Faroe, sum komandi dagarnar fer at venja saman við Kim og Hans Petur.

 

Anna Faroe sigur, at hon onga hóming hevur av hvussu stemningurin eitt slíkt kvøld verður.

 

- Tað er stórur munur á at spæla eitt slíkt stað, og so at spæla í eitt nú Føroyahúsinum. Hetta verður helst ein lurtikonsert, meðan konsertir aðrastaðni eru meira dansikonsertir, sigur Anna Faroe.

 

Sum verða man verða einans føroyskir sangir spældir hetta kvøldið.