Spennandi at læra nýtt mál

Nýggjár: Málferðin til Madrid var ein tann besta upplivingin í 2016, sigur Inna Tørnroos, grafikari og journalistur

Vit hava spurt Innu Tørnroos, grafikara og journalist í Stockholm, nakrar spurningar um ársskiftið.

Hvussu var 2016 fyri teg?
- 2016 hevur verið eitt ár, har eg havi havt trý ymisk arbeiðspláss, so eg havi haft úr at gera, men fyri tad mesta havi eg havt tað stuttligt og lært eina rúgvu av nýggjum fólki at kenna. 2015 var eitt øguligt ár, tá eg misti pápa, eina góða vinkonu og arbeiði. 2016 verið meira "mainstream", men hevur avgjørt eisini havt sínar avbjóðingar.

Hvør var besta upplivingin í 2016?
- Eg haldi at málferðin til Madrid í februar var ein tann besta upplivingin. Tað var ein avbjóðing at fara burtur frá familjuni í tvær vikur fyri at læra seg eitt nýtt mál saman við ókendum fólki. Men av tí at ferðin og skúlin vóru so vælskipað, gjørdist tað tvær sera læruríkar vikur.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Takk og lov havi eg ikki havt nakra ordiliga keðiliga uppliving í 2016, men arbeiðið sum journalistur og grafikari er ikki lætt, nú tá fleiri og fleiri bløð verða nidurløgd, og so at siga allir starvsfelagir eru onkursvegna raktir av skerjingum ella arbeiðsloysi.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2017?
- Ganga meira og ferðast onkustaðni langt burtur næstu jól. Nýtt arbeiði bíðar eftir nýggjár, so tað vóni eg sjálvandi verður gevandi.