Spennandi at fylgja vøkstrinum

Fólkini, sum eru í starvsvenjing hjá ALS í vakstrarhúsinum í Sandavági, eru væl nøgd við arbeiðsskapandi tilboðið, tey hava fingið.
- Tað er so spennandi at sáa, planta og fylgja plantunum, meðan tær vaksa. Mær dámar hetta arbeiðið so væl, at eg kundi hugsað mær at hildið fram við tí, sigur Kirsten Christiansen.
Hon er ein av tíggju fólkum, sum arbeiða í vakstrarhúsinum í Sandavági.
I gjár vóru tey ein túr í Vágsbotni Havn og lótu fólk sleppa at smakka jørðberini.
Fólk himlaðu, tí hesi berini smakkaðu væl betur enn tey útlendsku, sum eru at fáa í handlunum.
Henda jarðberjaplantan er norsk og hevur fingið virðisløn fyri at geva tað best smakkandi jørðberið.
Tey høvdu bara sjey pund av jarðberum við sær. Tað eru tey fyrstu í ár.
Tá ið nøgdin verður størri, ætla tey at selja jørðberini, og seinni fara tey eisini at selja røtur, gularøtur, radisur, salat og morgunfrúur.
Í gjár seldu tey eisini eina summarplantu, sum kemur av Asorunum.