– Eg eri spentur til uppgávuna. Vit lærarar arbeiða væl saman, og eg vænti, at tað fer at ganga væl, sigur Magni Jacobsen, sum bara hevur arbeitt eitt ár sum lærari, síðani hann varð útbúgving í 2018.
Næmingarnir í fyrsta flokki møttu í skúlanum ein dag áðrenn summarfrítíðina, har teir heilsaðu uppá læraran. Tá skrivaðu teir sítt navn á eitt pappír, og nú lá pappírið við navninum á borðinum, har næmingarnir skuldu sita.
– Tað, sum er týdningarmikið fyri meg, er, at næmingarnir skuldu kenna seg vælkomnar. Tað er týðandi at fáa gott samband við næmingarnar og at koma í ein góðan stima, sigur Magni Jacobsen.
##med2##
Hann greiddi næmingum í 1. a frá ymiskum, sum hevur við skúladagin at gera.
– Næmingarnir skulu ikki hava ov nógva kunning í dag. Kunningin kemur so við og við, segði flokslærarin, sum millum annað skal hava næmingarnar í støddfrøði.
Ein av lærarunum, ið eisini skal hava 1.a í Skúlanum á Fløtum, er Bjørg K. Olsen. Hon skal hava næmingarnar í føroyskum, og hon spurdi næmingarnar um stavraðið. Tað vísti seg, at næmingarnir dugdu tað.
Viðhvørt vera tveir lærarar inni í flokkinum í senn.
Teir 25 næmingarnir í 1. a fingu eisini tímatalvuna, og greitt varð frá, hvørjar lærugreinar tey skulu hava, hvat eitt fríkort er, og nær tey skulu eta matpakka.
Floksmynd varð tikin, og foreldrini fingu eisini ymsa kunning.
##med3##
Les eisini: 73 nýggir næmingar í Skúlanum á Fløtum
Sí fleiri myndir her frá fyrsta skúladegi hjá 1.a í Skúlanum á Fløtum.
##ms##