Í sambandi við at Óli Petersen, verkfrøðingur, fyrrverandi varastjóri og deildarleiðari á framleiðsludeildini hjá Landsverki er farin frá vegna aldur, varð skipað fyri móttøku á Hotel Hafnia hósdagin 18. januar.
Har starvsfelagar, familja og vinfólk stukku inn á gólvið. Røður vórðu hildnar av Oyvindi Brimnes, stjóra hjá Landsverki, Torkil Olsen og Finnleif Durhuus, fyrrverandi starvsfelagum, og Amaliu Poulsen.
Óli er í dag 67 ára gamal. Hann er ættaður av Selatrað, næstelstur av seks systkjum og elsti sonur Amaliu f. Simonsen av Høgabóli og Klæmint Petersen, bónda og handilsmann, av Selatrað. Pápin andaðist í 1988, 78 ára gamal, og mamman er í dag 94 ára gomul.
Óli var borðin til garð men valdi heldur byggivinnuna og fór í læru sum timburmaður hjá byggifelagnum Lamhauge & Waagstein í Havn, áðrenn hann fór til Danmarkar í 1966 at lesa til byggiverkfrøðing. Hann varð liðugur í 1970, og eftir tað arbeiddi hann í tvey ár hjá byggifelagnum E. Pihl & Søn í Danmark, til hann í 1972 fekk starv hjá Landsverkfrøðinginum og flutti heim aftur til Føroyar og búsettist í Havn.
Óli hevur verið leiðari á skerv- og asfaltdeildini, tað sum í dag kallast framleiðsludeildin. Óli sigur, at tað hava verið spennandi og mennandi ár hjá Landsverki. Í hansara tíð eru sera stórar broytingar farnar fram. Tá hann byrjaði, varð t.d. allur tilsetningurin til asfaltið fluttur inn í tunnun, nú kemur tað sum heilar skipslastir, og Landsverk hevur sína egnu goymslu og eitt framkomið asfaltverk.
Arbeiðsgongdir eru moderniseraðar og automatiseraðar, og so gott sum alt er teldustýrt.
Seinastu fimm árini var Óli varastjóri hjá Landsverki.
Óli er giftur Fíu, f. Joensen, úr Vestmanna. Tey eiga tríggjar synir: Petur og Klæmint, sum búgva í Havn, og Regin, sum lesur í Keypmannahavn. Barnabørnini eru átta í tali.
Nú Óli er farin frá við eftirløn, fær hann betur stundir til familjuna og síni frítíðarítriv. Hann er nógv á Selatrað, har hann saman við brøðrum sínum hevur bát, neyst og hús.









