Lærarinnan Tóra við Keldu er virkin í samfelagskjakinum, serliga tá prátið fellur á Meginfelag teirra breakaðu í Føroyum, har hon er forkvinna. Hon er tó eisini kend sum ítrottarfólk og sangari. Hon hevur sum svimjari hjá ÍSB luttikið í altjóða kappingum, og hevur verið við á Melodi Grand Prix og er virkin í kórsangi.
Hvat var størsta persónliga uppliving hjá tær í árinum, sum fór?
Upplivingarnar eru nógvar, 2014 hevur verið eitt gott ár. Størsta upplivingin var tó, tá ið eg fekk boðini um, at mamma mín ikki skuldi í víðari viðgerð, men var frísk.
Hvør var størsta upplivingin á arbeiðsøkinum innan MBF og sum lærari?
2014 hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri MBF. Størsta upplivingin var verkætlanin við skuggafrágreiðingini viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, sum byrjaði í januar, tá ið frágreiðingin varð send ST nevndini. Upplivingin sum forkvinna at halda røðu fyri ST nevndini og umboða limafeløgini í MBF og tala søk teirra var serstøk. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit longu nú síggja úrslit.
Sum lærari, læraraumboð í skúlastýrinum við Skúlan við Ósánna og limur í byggibólkinum fyri nýggja skúlabygging í Klaksvík hevur 2014 eisini verið hendingaríkt. Eftir einum ári eru skúlarnir í býnum lagdir saman og longu fyriliggur skipanaruppskotið fyri nýggja skúlan, sum fer at hýsa einar 800 næmingar. Vóni, at byggingin fer at ganga skjótt og væl. Størsta hendingin sum lærari í 2014 var tó við vissu at síggja næmingarnar, sum eg í nýggj ár var flokslærari hjá, fáa prógv.
Hvat vilt tú helst gloyma í árinum, sum fór?
Lívið og gerandisdagurin er ein spennandi avbjóðing. Okkurt er, sum eg vildi tað øðrvísi, men einki, sum eg beinleiðis vil gloyma. Heldur taki eg allar upplivingar við mær og síggi tær sum eina góða, blandaða heild soleiðis, sum lívið jú er.
Hvar finnur tú íblástur til virkna lívið og tína luttøku í ymiskum samfelagsviðurskiftum?
Íblásturin finni eg í tí, sum eg upplivi, lesi og hoyri og ikki minst í teimum, sum eg eri saman við í gerandisdegnum – familju, vinum og starvsfelagum. Grundleggjandi týdning hevur eisini vissan um, at eg eri góðtikin og elskað júst soleiðis, sum eg eri – bæði av Gudi og teimum, sum eg eri mest saman við. Hetta gevur mær frið.
Hvussu eru umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, í Føroyum broyttar hetta árið?
Torført er stutt at siga, hvussu umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru broyttar, tí avbjóðingarnar eru sera ymiskar. Sum heild eru hugburðurin hjá føroyingum opin og umstøðurnar eru nógv betraðar seinastu árini. Ítøkiligar broytingar eru t.d. avtalan um fylgjaraskipan, sum varð undirskrivað 18. desember og verður sett í gildi 1. januar, Almannaráðið hevur fingið ábyrgdina av at hava eftirlit við ST sáttmálanum, nýggj sending í KVF er tekstað, arbeitt er byrjað at víðka um miðnámsskúlatilboðini, og byrjað er at gera eina yvirordnaða ætlan fyri brekøkið.
Hvat ynskir tú fyri MBF og umstøðurnar í nýggja árinum?
Eg ynski, at MBF framhaldandi fer at arbeiða fyri tí, sum alt snýr seg um, tað er javnrættindi, virðing og viðurkenning.
Hvørji ynskir og mál hevur tú fyri 2015?
Vildi ynskt, at Føroyar gjørdist eitt land, har allir borgararnir settu atkomu í víðastu merking á dagsskránna.










