Tað var sagt við útvarpsmannin týsdagin 5. juni 2001 og á fundinum við leiðsluna í Vestmanna skúla hósdagin 7. juni 2001.
Fundurin við Vestmanna skúla, har umboð fyri Føroya Lærarafelag var bjóðað við, var havdur fyri at loysa eitt vandamál. Tað eydnaðist eisini. Álitisfólk Føroya Lærarafelags í Vestmanna skúla hevði eisini fingið fundarboð, men var bundið av sínum arbeiði í Vestmanna skúla og kundi tí ikki verða á fundi í Mentamálastýrinum. Formaður Føroya Lærarafelags, ið umboðaði felagið á fundinum, noyddist at fara av fundinum á annan fund, áðrenn fundurin við leiðsluna í Vestmanna skúla var liðugur.
Deildarstjórin legði dent á at hava góð viðurskifti við allar skúlar, eisini við Vestmanna skúla. Skúlastjórin í Vestmanna skúla segði seg altíð at hava havt góð viðurskifti við fólkini í Fólkaskúladeildini, og hann vónaði, at tað fór at eydnast at finna fram til eitt felags úrslit á fundinum. Tað ráddi um at koma á mál sama dag, av tí at fundur skuldi verða í lærararáði skúlans seinni sama dag. Leiðslan í Vestmanna skúla skilti, at tað var trupult at loysa málið í Vestmanna skúla til fulnar. Ein loysn var funnin, sum partarnir kundu góðtaka.
Sosialurin endar grein sína og sigur, at Føroya Lærarafelag fyribils skal verða hjástatt á øllum fundum millum umboð fyri føroyska fólkaskúlan og Mentmálastýrið. Tað verður her gjørt vart við, at Føroya Lærarafelag er ikki fyrisitingarmyndugleiki, og um so skuldi verið, noyddist felagið at flutt sín bústað á Hoyvíksveg 72, av tí at tað er dagligt samskifti av ymiskum slag millum føroyska fólkaskúlan og Mentamálastýrið. Tað tykist ikki at koma formanni felagsins í huga, at tað kann eisini bera á, at umboð fyri fólkaskúlan ikki vil hava Føroya Lærarafelag hjástatt á fundi við Mentamálastýrið.
Mentamálastýrið ætlar sær sjálvt at gera av, nær Føroya Lærarafelag skal verða umboðað á fundum við umboðum fyri føroyska fólkaskúlan.









