– Spell at grindin slapp

Um hálvgum trý tíðina seinnapartin í gjár vóru grindaboð í Suðuroynni, og var talan um eina grind uppá kanska einar hundrað hval, sum lá okkurt um ein hálvan fjórðing eystur úr Skarvatanga.

Sýslumaðurin gjørdi beinanvegin av, at teir skuldu royna at halda grindini til, og í samstarvi við grindaformenn og politi var síðani farið undir at skipa fyri tí, sum skuldi gerast.

– Við heimild í grindareglugerðini hava sýslumenninir gjørt av, at vanligu grindaøkini á góðkendu hvalvágunum verða avbyrgd, tá grind er, og tað royndist væl í gjár, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.

Tá sagt verður grindaøki, so meinast tað við sandin, har grind vanliga verður hildin til, umframt havnaløg, har merkt og skift verður.

Eisini er gjørt av, at óviðkomandi bátar ella skip ikki mugu koma grindini nærri enn ein fjórðing, og flogfør mugu ikki flúgvi lægri enn 500 metrar yvir rakstrarøki ella grindaøki.

Hoyr samrøðu við Jaspur Vang við at trýsta á pílin undir myndini.