- Spekulatiónin, sum er í fiskivinnuni, skal steðgast beinanvegin!
Tað gjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt, tá ið løgtingið umrøddi fíggjarlógina fyri næsta ár.
Hann staðfestir, at vit vita, at spekulatión er í fiskivinnuni, men nú skal hon steðgast beinanvegin.
Her hugsar hann serliga um tað, kann kallar ”pro forma sølur av fiskiloyvum, ella partabrøvum, fyri at koma framat føroyskum fiskirættindum.
Høgni Hoydal sigur, at hetta skal gerast við gjørd við lóg, sum verður løgd fyri Løgtingið.
Hann sigur, at hann fer eisini virka fyri at gera eina skipan fyri, at forða fyri útlendskum kapitali er í fiskivinnuni.
Og somuleiðis fer hann at gera eitt neyvt yvirlit yvir tey loyvi, sum hava verið í fiskivinnuskipanini frá fyrstan tíð. Og tað skal gerast fyri at fáa greiði á, hvar eru tey enda og, hvussu hava tey skift hendur ígjøgnum tíðirnar. Høgni Hoydal sigur, at eisini tað er eitt arbeiði, hann hevur sett í verk.
Og hann leggur afturat, at nú skal tað ásetast við lóg, hvussu fiskiríkidømi av uppsjóvarfiski skal býtast, og tað er ein lóg, hann fer at leggja fyri Løgtingið longu í heyst.
- Tað skal ikki vera ein landsstýrismaður, sum býtir fiskiríkidømið ímillum reiðararnar eftir meiri ella minni tilvildarligum fortreytum, sigur Høgni Hoydal.
Vit skulu burtur frá eini skipan, har fiskirættindi verða lutað út politiskt, og har síðani verða keypt og seld av privatum.
- Vit skulu eisini hava eina skipan, har alt tilfeingið verður avreitt, eisini tað, sum í dag verður burturbeint, og vit skulu hava eina skipan, har føroysk virki fáa høvi til at bjóða upp á fiskin.










