Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum, skrivar í viðmerking í dag, at kommunurnar í Føroyum mugu finna ein felags leist at áseta fráfaringaraldur hjá fólki.
Hann sigur, at tað skapar bert ótryggleika um tað eru ymiskar reglur millum kommunur, um fráfaringaraldurin er 67 ella 70.
- Landið hevur sagt longu í 2007, at tú kann ikki koyra fólk frá vegna aldur tá tey fylla 67, men ikki allar kommunur hava fylgt við. Summar hava, summar hava ikki og aftur eru summar, sum ikki hava nakran greiðan politikk, sigur Hilmar Augustinussen.
Hilmar Augustinussen sigur, at í hesum kjakinum er tað ikki áhugavert hvussu høgur ella lágur fráfaringaraldurin er. Kjarnan í málinum er felags reglur, ella mangul uppá tað sama.
- Spekulatión er komin í. Summi byrja at spekulera í hvar tað er best at verða sum pensjónistur. Summi fara enntá av landinum, fyri síðan at koma aftur til ávísa kommunu at búgva tá tey røkka eftirlønaraldur. Tað kann ikki verða rætt og tí mugu vit fáa felags reglur fyri allar kommunur, sigur Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum.