16. mars fór prísurin á einum liti av bensini upp á 11,33 krónur, og dieselprísurin fór upp á 10,11 krónur liturin.
1000 litar av gassolju kosta nú 8575 krónur.
Hendrik Egholm, stjóri í Magn sigur tað vera ógjørligt at vita, um ella nær prísurin hækkar aftur og hvussu nógv.
- Allir greinarar siga, at tað ikki longur er útboð og eftirspurningur, sum stýra prísunum. Nú er tað bara spekulasjón og politisk ótrygg viðurskifti, sigur Hendrik Egholm.