Spekulantar hava skyldina

Ta_ eru spekulantar, sum skrúva oljuprísin upp ígjøgnum, men hetta ver_ur ikki varandi, heldur fyrrverandi sterki ma_urin í OPEC, Ahmed Zaki Yamani.

Hann var oljumálará_harri í Saudiarabia frá 1962 til 1986 og tann sterki ma_urin í OPEC í sjeyti- og áttatiárunum. Tí veit Ahmed Zaki Yamani alt um oljumarkna_in, og hann ivast heldur ikki í, hví oljuprísurin er so høgur í løtuni.

-Ta_ eru spekulantar, sum skrúva prísin upp. Hetta eru grunnar, sum hava milliardir av dollarum, og sum seta sínar pengar í verkætlanir, har vá_in er sera stórur. Í teirra eygum er oljumarkna_urin ta_ besta at seta pengar í í løtuni, tí har ber til at fáa skjótan vinning, sigur Yamani vi_ Reuter.

Hesum lí_a brúkararnir undir, samstundis sum OPEC-londini royna at gera sítt besta fyri at tálma prísinum, tí veksandi orkuútrei_slur kunnu fáa álvarssamar avlei_ingar fyri allan heimsbúskapin, sigur Yamani.

Sjálvur heldur hann ikki, at oljuprísurin fer langt upp afturat. OPEC hevur meiri at taka av, og Saudiarabia situr vi_ lyklinum. Hann væntar, at prísurin fer at lækka, á_renn summari_ er av.

Yamani vísir á, at mi_skei_is í áttatiárunum fall oljuprísurin ni_ur í helvt eftir einum ári, tí OPEC sendi nógva olju út á markna_in, og ta_ sama fer at henda aftur hesafer_, sigur hann.