- Sjálvt um flúgvingin at síggja til hevur skapt nakrar ónærisligar linjur, var tað ikki ætlanin hjá flogskiparanum ella deildini at gera nakað slíkt, sigur talsmaðurin, Ryan Gross.

Speiróku russar - men tað var ikki tilætlað

Leiðslan fyri amerikansku loftverjuna í Evropa vil ikki viðganga, at freka rutan hjá einum amerikanskum hernaðarflogfari nærindis einari russiskari herflotastøð í Sýria var tilætlað.

 

- Sjálvt um flúgvingin at síggja til hevur skapt nakrar ónærisligar linjur, var tað ikki ætlanin hjá flogskiparanum ella deildini at gera nakað slíkt, sigur talsmaðurin, Ryan Gross.

Eitt amerikanskt hernaðarflogfar valdi eina heldur løgna rutu nærindis russisku herflotastøðini í býnum Tartus í Sýria týsdagin, og nú er myndin av rutuni farin um stóran part av heiminum.

 

Flogskiparin spældi sær í luftini, soleiðis sum dátur hjá Flightradar24 vísa, og alt bendir á, at hann "teknaði" nakrar linjur á kortið, sum minna um ein murt.

 

Leiðslan fyri amerikansku loftverjuna í Evropa viðgongur tó ikki, at freka rutan hjá flogskiparanum nærindis russisku herflotastøðini í Sýria var tilætlað.

 

- Sjálvt um flúgvingin at síggja til hevur skapt nakrar ónærisligar linjur, var tað ikki ætlanin hjá flogskiparanum ella deildini at gera nakað slíkt.

 

Tað sigur talsmaðurin fyri amerikansku loftverjuna í Evropa, Ryan Gross, við hernaðarligu netsíðuna, Task and Purpose.

 

Sambært italsku ávísini, La Republica, vórðu ónærisligu linjurnar teknaðar á kortið stutt eftir, at KC135-flogfarið varð farið á flog av Kreta.

 

 

 

 

 

- Sjálvt um flúgvingin at síggja til hevur skapt nakrar ónærisligar linjur, var tað ikki ætlanin hjá flogskiparanum ella deildini at gera nakað slíkt, sigur talsmaðurin, Ryan Gross.