Við vanligum spei og skemti ger høvundurin myndir í huganum á lesaranum, sum bæði fáa hann at smílka og hugsa seg um. Til dømis :.dk:
www.edderikkitil.fo
www.cerhorvid.fo
www.skulameistari.fo
www.dupultvertrifalttil.fo
www.zsvevur.fo
www.xerfremmant.fo
Álvari og hugleiðingar um lív og deyða og uppvøkstur hjá mannabarninum eru ein tráður í savninum. Somuleiðis er fitt av bókmentaligum og filosofiskum tilsipingum í yrkingunum. Høvundurin hevur sjálvur gjørt permuna og tekningarnar, sum eru í savninum.
Morgunbókin er 102 bls. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út.