Eykasýningar verða av leikinum SPEEDY GONZALES SETUR FERÐ Á sunnudagin 3. juni og mánadagin 4. juni, báar dagarnar kl 16:00.
Sýningarnar sum hava verið eru ógvuliga væl vitjaðar og leikt hevur verið fyri skúlum eisini.
Leikurin snýr seg um misnýtslu av narkotika og hvussu hesi ungu fólkini sjálvi royna at sleppa burturúr haftinum.
Leikararnir siga frá hvør sínari lívssøgu, og ein sær í flash back'um hvussu lív teirra var áðrenn tey hittust og blivu vinir.
Leikurin varar ein góðan tíma.
Tað eru 12 ung í aldrinum 14 til 16 ár frá Barnasjónleikarfelagnum Dramaverkstaðnum og Kvøld og Ungdómsskúlanum sum manna bólkin sum framførður leikin SPEEDY GONZALES SETUR FERÐ Á.