Speedometrið 100 ár

Í 1902, sama ár sum Robert Bosch uppfann tendriproppurin, fekk Otto Schulze, ið var føddur í Strasbourg, patent uppá heimsins fyrsta speedometur. Speedometrið er í høvuðsheitum ikki nógv broytt hesi hundrað árini

Áðrenn Otto Schulze kom við speedometrinum, var bert mett um, hvussu skjótt ið bilarnir koyrdu. Tað fyrsta speedometrið var rættuliga komplicerað, men í 1907 vórðu nakrar broytingar gjørdar. Tá bleiv speedometrið standardútgerð í øllum nýggjum bilum, skrivar týska bilblaðið Auto Bild. Í høvuðsheitum er speedometrið ikki nógv broytt hesi 100 árini, men tað hava tó verið ymisk bilmodell, sum hava havt annarleiðis speedometur, sum t.d. teir gomlu Citroën GS og CX og sum vit síggja tað á Toyota Yaris við einum skíggja í miðjuni á instrumentborðinum. Tað heilt nýggja er, at speedometrið er eitt "head-up display" í framrútinum. Hendan skipanin verður nýtt á nýggjastu útgávuni av Chevrolet Corvette.

Kelda: Motor Magasinet