Speed við 500 dystum

Walisarin Gary Speed spældi um vikuskiftið sín dyst nummar 500 í ensku Premier League. Hann er fyrsti spælarin, sum kemur upp á hetta tal. Gary Speed hevur spælt fyri fleiri feløg, Newcastle, Leeds og Everton, og nú er hann at finna á miðvøllinum hjá Bolton. Næstur á listanum er málmaðurin David James við 454 dystum, og síðani kemur enn ein walisari, Ryan Giggs hjá Manchester United, sum hevur spælt 447 dystir í Premier League.