Speed: Kanska ein vanlukka

Ein kanning av umstøðunum, tá walisiski landsliðsvenjarin, Gary Speed, doyði í november, staðfestir, at talan kann hava verið um eina vanlukku.

 

Kanningarleiðarin staðfesti, at hann ikki uttan víðari kann koma til ta niðurstøðu, at Gary Speed ætlaði at taka sítt egna lív.

 

Tað hevur annars verið hildið víst, at venjarin var deyður fyri egnari hond.

 

Kona Gary Speed, Louise, greiddi frá tí, hon visti um hendingina. Tey høvdu kjakast hendan dagin og hon var farin frá húsum. Tá hon seinni um kvøldið kom aftur hendan 17. november, vóru húsini løst, og hon legði seg tí at sova í bilinum.

 

Morgunin eftir fann hon so mannin í bilskúrinum.

 

Louise Speed greiddi frá, at hon hevði fingið eini sms-boð frá manninum fýra dagar framman undan, har hann nevndi nakað um at taka sítt egna lív. Men hann hevði slept teimum tonkunum orsakað av børnunum.