Spectrum í Mentamálaráðnum

Vígdis Petersen Høgagarð hevur framsýning við verkum, har tey flestu eru gjørd í Japan

 

Mikudagin letur listaframsýning upp í Mentamálaráðnum, har Vígdis Petersen Høgagarð, sýnir fram.

 

Á framsýningini, sum hevur fingið heitið, Spectrum, keramisk verk og annað. Flestu verkini eru gjørd í Japan í The Shigaraki Ceramic Cultural Park, men við íblástri frá ferðum í Føroyum, Íslandi og Japan.

- Framsýningin “Spectrum” vísir á ymiskar kreativar rætningar í sambandi við undirvísing, verkstovur og námsskeið. 

Framsýningin er opin tað, ið eftir er av árinum.