Ummæli
Andreas Dalsgaard
andreasbacon@hotmail.com
Tað fyrsta man legði til merkis, tá man kom inn í Margarinfabrikkina
hóskvøldið, var hvussu ótrúliga góður stemmningur var. Øll sótu spent og
bíðaðu eftir, at Speaker skuldu fara uppá pallin og spæla síni løg
"uplugged". Køkur, vaflur og saft var ókeypis at fáa sær og tað einasta
ljósið sum var, vóru livandi ljósini á borðunum og ljósið á pallinum, so tað
var sera hugnaligt.
Speaker byrjaðu við lagnum "Um Høv", sum var perfekta lagið at byrja við, tí
tað fær virkuliga tey, sum sita og tosa, til at snarað oyruni ímóti pallinum,
og vakjur áhugan í at lurta eftir hesum sveimandi-alternativa, oyrafangandi
rokkinum. Teir spældu síðani løg við eitt sindur meira "futti" í, sum til
dømis, "The bell", "Fingerpicking blues", "Jealous song" og "A Bakers dream".
Speaker vóru stovnaðir í 2002 og eru næstan sama manning, tó er ein
guitaristur farin úr, men bólkurin er í dag mannaður við: Boga "Guitar" Berg
sum hann verður róptur, sum sjálvsagt spælir guitar. Bogi spældi uppá ein
kassaguitar hóskvøldið, við einari stak góðari mikrofon í. Bogi Berg er ein
ein ótrúliga kreativur guitaristur og høgu tónarnir og "soloirnar" hjá Boga
hóska ónatúrliga væl til teirra sveimandi tónleik.
Sigurd "groove" Justinussen eigur trummurnar. Tey rópa hann ikki
"groove" fyri einki. Sigurd er ein fantastiska energiskur og sum sagt
"groove´utur" trummuspælari og hevur altíð okkurt gott goymt í ermuni.
Hann spældi hóskvøldið við kustum ístaðin fyri trummupinnum, sum gevur eitt
bleytari ljóð. Jan "funk" Jensen spælur bass. Og tey rópa hann heldur ikki
Jan "funk" fyri einki. Jan spældi uppá ein flottan kassabass. Hann spældi
ein lekran bass, sum orduliga setti tónleikin, har hann skuldi vera. Jan er
ein ógvuliga "funky ella groovy" bassistur, sum dugir alt. Og so síðst, men
so slett ikki minst, er tað Janus "amazing" Rasmussen, sum syngur og spælur guitar.
Janus hevur eina av tí bestu røddini í Føroyum. Janus Rasmussen í Speaker er
líka sum Zack De La Rocha í Rage Against The Machine... prikkurin yvir inum!
Hann hevur eina fantastiska feilfría rødd og man dettur næstan á gólvið,
tá hann fer upp í ta høgu røddina, saman við teimum "feitu" akkordunum á
guitarinum.
Alt í alt, eitt sera, sera væleydnað unplugged café-kvøld við Speaker í
Margarinfabrikkini hóskvøldið. Eg havi so fingið ein nýggjan yndis-bólk!
Speaker góða eydnu í frammtíðuni!