Sosialdemokratiski stjórnarflokkurin í Týsklandi, SPD, var fyri einum eyðmíkjandi ósigri á landspartavalinum í Sachsen-Anhalt um vikuskiftið. Flokkurin hevur havt valdið í landslutinum seinastu átta árini, men noyddist nú at lata teimum konservativu í CDU valdið.
CDU fekk heili 37,4 prosent av atkvøðunum, meðan SPD, sum fekk meiri enn 35 prosent á seinasta vali, fekk bert 19,9 prosent hesaferð. Eygleiðarar vænta, at CDU fer at leita sær samgongustuðul frá teimum liberalu Frídemokratunum, sum trífaldaðu sína undirtøku og fingu 13,3 prosent av atkvøðunum. Eydnast hetta, fáa teir konservativu meiriluta í yvirhúsinum í Bundesrat, har allir teir 16 landslutirnir eru umboðaðir, og teir kunnu tá steðga lógaruppskotunum hjá stjórnini í Berlin.
Kanslaravalevnið hjá CDU, Edmund Stoiber, var skjótur at gera sær dælt av valúrslitinum í Sachsen-Anhalt.
- Hetta er eitt álvarssamt tekin og ein stórur ósigur fyri búskapar- og arbeiðsmarknaðarpolitikkin hjá Schrøder-stjórnini, segði Edmund Stoiber. Eygleiðarar eru eisini á einum máli um, at úrslitið er ein ávaring til Gerhard Schrøder og sosialdemokratarnar upp undir ríkisdagsvalið, sum verður í september.
Hinvegin halda eygleiðarar ikki, at CDU-sigurin í Sachsen-Anhalt skal tulkast sum ein sigur fyri Edmund Stoiber. Sachsen-Anhalt er partur av gamla Eysturtýsklandi, og Stoiber er ikki serliga høgt í metum har, siga eygleiðararnir.