Tað verða 735 fólk í týska Samveldistinginum hetta valskeiðið.
Tað er greitt eftir valið í gjár, og harvið er eisini greitt, at landið fær tað størsta tingið nakrantíð.
Tingfólkatalið broytist frá vali til val vegna serligu týsku valskipanina, har allir veljarar hava tvær atkvøður.
Endaliga valúrslitið vísir, at javnaðarflokkurin SPD er størstur.
Úrslitið er tó so javnt, at ilt er at meta um, hvussu endaliga samgongan verður.
Niðanfyri sæst býtið av tingsessum og prosenttølini hjá ymsu flokkunum.
##med2##
Javnaðarflokkurin SPD: 206 sessir/25,7 prosent (+5,2).
Konservativu CDU/CSU: 196 sessir/24,1 prosent (-8,8).
Umhvørvisflokkurin Tey Grønu: 118 sessir/14,8 prosent (+5,9).
Liberalu FDP: 92 sessir/11,5 prosent (+0,8).
Høgraflokkurin AfD: 83 sessir/10,3 prosent (-2,3).
Vinstraflokkurin Die Linke: 39 sessir/4,9 prosent (-4,3).
Keldur: Der Bundeswahlleiter, Wahlrecht.de.
/ritzau/