Frá neuroplasticiteti til praksis: Venjing, læring, kostur og Cerebral Parese
Fyrilestrarhaldari er Peder Esben Bilde, stjóri á granskingarstovninum Helene Elsass Center.
Helene Elsass Center er ein granskingar- og menningarstovnur har granskað verður í Cerebral Paresu. Stovnurin hevur tætt samstarv við lærdar háskular kring heimin, og gjøgnum nógv ár savnað eina holla vitan um CP. Úrslitið er at tað nú eru nýggj tøkni og nýggir hættir at venja og viðgerða fólk við hesum brekum.
Evni, ið umrødd vera á fyrilestrinum:
Nýggj vitan um hvussu heilin arbeiðir, neuroplasticitetur, innlæring, venjing, kostur, spasticitetur og at eldast við CP.