Tað kemur væl við hjá okkum, at prísurin á olju er rapaður í botn hesi seinastu arini.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at hesi seinastu trý árini, frá 2012, hava vit spart eina hálva milliard í innflutningi av olju.
Í nøgd hevur innflutningurin av brennievni verið á sama stigi. Sveiggini hava verið smá, men í fjør innflutu vit seks prosent meiri olju enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani
Hinvegin kostaði oljan, vit innfluttu í fjør, eini 10 prosent meiri, enn hon gjørdi fyri 10 árum frammanundan.
Men samstundis sum at sveiggini í nøgd hava verið smá hava sveiggini í prísi verið stór.
Frá 2005 til 2008 dýrkaði oljan, men í 2009 fall prísurin aftur.
Men so fór prísurin aftur at hækka munandi, heilt fram til í 2012, tá hann var í hæddini. Tað árið innfluttu vit brennievni fyri 1,3 milliard.
Men síðani er prísurin á oljuni aftur lækkaður nógv, og í fjør innfluttu vit brennievni fyri umleið 800 milliónir.
Eftir bara trimum árum hava vit sostatt spart eina hálva milliard upp á innflutning av olju.
- Hetta er ein minking á næstan 40 prosent.
Tað er serliga hetta seinasta árið, at prísurin er lækkaður nógv, og í fjør brúktu vit 350 milliónir minni uppá olju enn í 2014, sigur Hagstovan.











