Sparkivøllurin í Nólsoy í knúsi

Illveðrið í gjár merktiskt um alt landið, men nøkur støð vórðu harðari rakt enn onnur. Grótkastið í Hvalba er illa farið í støðum, og múrarnir um húsini í Stóru Dímun hava tikið stóran skaða.

Eisini í Nólsoy merktu tey sviðan av ódnini, serliga tá brimið breyt yvir um á Mýruni og tók tað mesta av sparkivøllinum við sær.

##med4##

Sum sæst á videoupptøkunum er rættiliga nógvur sjógvur, sum skolar tvørtur um sparkivøllin og Malarendaveg, og sum so at siga býtir Nólsoynna í tvíningar.

##med3##

Somuleiðis eru stórar rúgvur av gróti skolaðar úr sjónum eystanifrá inn á vøllin, og graslíkið er mestsum skrætt av sparkivøllinum.

##med2##

Sama skilið var afturi í 2008, tá ódnarveður hevði lagt sparkivøllin í knús.

##med5##