Sparkið rasismuna burtur

Oddagrein

Tað eru óhugnaligir undirtónar, sum eru at hoyra um føroyskan fótbólt. At rasisma hevur funnið vegin fram til spælið, er sum so einki nýtt, men her heima hava vit havt lyndi til halda, at hetta er nakað, sum bara fyriferst aðrastaðni.
Við døminum í blað okkara í gjár verður tó sligið fast, at so er ikki. Og enn meira óhugnaligt verður tað, tá sagt verður, at hendingin í tí dystinum á ongan hátt var nakað serstakt dømi. Tvørturímóti, so tykist tað vera mest sum gerandiskostur, at littir spælarar verða niðraðir vegna húðarlit sín, og tað er nakað, sum ongantíð kann ella eigur at verða góðtikið.

Aðrastaðni í blaðnum verður víst á, hvat formenninir í ymsu feløgunum halda um spurningin. Tað er sjálvandi at fegnast um, at eingin av formonnunum sigur seg vilja góðtaka slíkan atburð, men tá fleiri av hesum tykjast halda, at hetta ikki er ein ítøkiligur trupulleiki, er øll orsøk til at rópa hart.

Tað er einans við at varpa ljós á trupulleikan, at hesin kemur undan kavi. Og tí er tað eitt alneyðugt stig, sum FSF-forsetin alt fyri eitt hevur tikið, nú málið er sett á dagsskrá til fundin í kvøld. At føroyskur fótbóltur viðurkennir trupulleikan er fyrsta stigið í so máta. Ikki fyrr enn tá ber til at arbeiða ímóti hesum, og tað er at vóna, at meldingarnar eftir fundin í kvøld verða púrasta greiðar.

Fair-play hugtakið er hevjað høgt seinnu árini, og sunnudagin verður hetta markerað við eyka megi, tá altjóða Fair-play dagurin er. Hetta verður eisini sjónligt, tá dystirnir í Formula-deildini verða spældir sunnudagin, og so er at vóna, at hugtakið her verður víðkað ella presiserað enn meira. Til dømis við einum átaki, har rasisman skal sparkast úr fótbóltinum.