Yusuf Yerkel er ikki longur ráðgevi hjá turkiska fortsætisráðharranum, Recep Tayyip Erdogan.
Ráðgevin var í Soma, tá fólk har mótmæltu trygdarviðurskiftunum í kolanámunum eftir námsvanlukkuna, sum kostaði meiri enn 300 mannalív.
Løgreglan hevði júst fingið tamarhald á einum illum mótmælismanni, sum hevði sparkað ein av bilunum í fylginum hjá Erdogan, tá Yousuf Yerkel kom framvið. Eygnavitni greiddu frá, at ráðgevin var frá fær sjálvum og sparkaði mótmælismannin tríggjar ella fýra ferðir.
Tíverri fyri ráðgevan bleiv hann avmyndaður, og løtu seinni blivu myndirnar almannakunngjørdar í teimum turkisku fjølmiðlunum. Myndirnar fingu øði í fólk, og hóast Yerkel bað um umbering, var tað ikki nóg mikið til at sissa fólk. Umberingin var eftir øllum at døma heldur ikki nóg mikið til at sissa arbeiðsgevara hansara, tí nú um dagarnar fekk Yusul Yerkel boð um, at hann skuldi ikki koma aftur til arbeiðis, skrivar Reuters.










