Tvey tey seinastu vikuskiftini vóru sera friðarlig í Havn, men tað hevndi seg aftur farna vikuskiftið.
Um hálvgum trý tíðina var ein ráur tilburður í Klubbagarðinum.
Ein 16 ára gamal drongur varð sparkaður í høvdið og uttan vit fluttur á Landsjúkrahúsið, har hann varð innlagdur.
Vitni hava greitt politinum frá, at drongurin varð sparkaður, meðan hann lá niðri.
Frá vitnum hevur politiið fingið at vita, hvussu maðurin sá út, og hvørjum klæðum hann var í. Í morgun var gerningsmaðurin enn ikki funnin.
Fýra ferðir var politiið úti og skilti fólk sundur.
Tvey onnur harðskapsmál vóru, og tað var sami maðurin, sum í øðrum førinum brúkti nevarnar og í hinum førinum stútaði ein annan mann í høvdið. Hesin maðurin varð tikin.
randi@sosialurin.fo











