Sparka tey ungu av landinum

Klumma

Tá eg var 19 ár, fór eg úr Føroyum. Tað vil eg siga var næstan lívsneyðugt fyri meg.

Eg hevði brúk fyri at koma út um landoddarnar, hevði brúk fyri at síggja okkurt annað enn fjøll, firðir og mammu og pápa.

Eg eri – og var eisini – sera heimkær. Føroyar eru tað besta, eg veit, og tí vendi eg nøsina heimeftir so ofta, eg fái.

Tá eg var heima í summar, var kjakið um fráflytingina í hæddini. Djúpar, vælskrivaðar greinir um, hvussu gongdin skal broytast. Og hon má broytast, um Føroyar skulu yvirliva sum land.

Loysnirnar og ráðini vóru nógv og góð í hesi greinarøð, men alt var ikki líka væl gjøgnumghugsað. Onkur vildi verða við, at besta loysnin er, um vit ikki sleppa teimum ungu avstað úr Føroyum. Fara tey avstað, er jú stórur vandi fyri, at tey ikki koma heimaftur.

Hesum setningi kvakk eg við av. Sjálvandi skulu tey ungu sleppa avstað – tey skulu næstan sparkast avstað. Ung hava gott av at koma út í heimin og læra at kenna nýggjar mentannir, onnur mál og fólk, sum hugsa øðrvísi.

At ung fólk skulu verða leinkjað í Føroyar týðir upp á eitt land við vánaligum sjálvsáliti, sum ikki trýr, at tað hevur nakað at bjóða sínum íbúgvum.

At seta búgv í Føroyum skal ikki verða nøkur neyðloysn, tí man ikki torir ella hevur hugflog til nakað´annað. At velja Føroyar sum heim skal verða líka mennandi, trygt og avbjóðandi sum nakra aðrastaðni.

Sjálv búgvi eg í Svøríki, men havi búð í Føroyum í tíðarskeiðum seinastu árini. Tað, sum hagtalsfólkini gloyma, tá tey hyggja eftir sínum tølum, er, at heimurin er minni nú, enn hann var fyri nøkrum árum síðani. Tað ber til at búgva nøkur ár í Føroyum, síðani nøkur ár uttanlands, og so fara heim aftur til oyggjarnar. At seta búgv er ikki stoypt í betong á sama hátt, sum tað var fyri 20-30 árum síðani.

So starið tykkum ikki blind upp á hagtøl – varðveit tað, sum er gott í Føroyum, og mennið tað, sum ger okkara tjóð enn betri.