Sparkaði trygdarvørð í kokuna

Tá trygdarvørðurin steðgaði manninum í trygdargeiranum vesturi á flogvøllinum, gjørdi hann ikki mætari enn at sparka hana í kokuna við knæi sínum.

 

Hendingin fór fram fyri næstan trimum árum síðani, men nústani er hon komin fyri rættin. Fríggjadagin var rættarfundur í málinum, har maðurin var funnin sekur og fekk 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri atburð sín hendan dagin.

 

29 ára gamli danin var á veg av landinum saman við faðir sínum og skuldi gjøgnum trygdargeiran á flogvøllinum. Av tí at maðurin hevur áður havt atferðartrupulleikar og hevur ein lítlan menningartarn, fekk undan fráferð eina gjølla frágreiðing um hvat henda skuldi, so hann kundi fyrireika seg, nú hann skuldi gjøgnum trygdargeiran.

 

Komin inn verður hann biðin um at tøma lummar sínar, umframt at taka telduna úr tasku síni. Tá gerst maðurin firtin, og tá hann so eisini fær boð um, at hann ikki fær sodavatnina, sum hann júst hevur keypt, við sær víðari, verður hann óður. Hann fer tí út aftur í kioskina á flogvøllinum fyri at fáa pantið fyri fløskuna aftur um ikki annað.

 

Komin aftur til trygdargeiran gongur hann við nógvari ferð, við telduni undir arminum, gjøgnum metaldetektorin. Hetta er jú ikki loyvt og trygdarvørðurin tekur tí eitt fet móti honum, fyri at steðga manninum.

 

Tá er tað, at hann, sum eitt vitni segði, lossar knæið upp í kokuna á henni.

 

Ávísir bólkar í samfelagnum, so sum løgreglufólk, trygdarvørðar, hýruvognsførarar og bussførarar,  tíðindafólk og alment sett starvsfók, hava eina serliga verju í lógini. Brotsgerðir móti teimum verða tí revsaði harðari enn vanligt. Tí fekk maðurin 30 dagar fyri sparkið, sum væntandi hevði givið tvær vikur vanliga.

 

Ákærin í málinum metti tó, at góð orsøk var fyri at gera fongsulsrevsingina treytaða í hesum føri. Hon vísti til, at maðurin hevur ein lítlan menningartarn, umframt at hon óttaðist, at um maðurin fór í geglið, fór hann at koma í samband við fólk frá einum umhvørvi, sum hann enn einki kendi til. Maðurin hvørki roykir ella drekkur og hevur ongantíð roynt onnur rúsevni og verjin óttaðist, at hann í fongslinum fór at koma í samband við hesi. Sigast skal, at av tí at maðurin er dani, hevði hann verið settur í fongsul niðri.

 

Verjin meinti, at við tað at tað hevði tikið næstan trý ár at fáa málið fyri rættin, skuldi maðurin fríkennast.

 

Dómarin meinti, at hóast maðurin møguliga hevði gloymt at taka heilivág sín hendan dagin og at hetta kanska var orsøkin til, at hann gjørdist so illur, so var atburður hansara út um rímiligt mark. Tí dømdi hann mannin 30 dagar treytaða fongsulsrevsing.