- Tað er eitt spark í skinnabeinið fyri skiparaksturin, at bunkringarprísirnir á olju eru so høgir í løtuni, men hetta er nakað, sum fiskiflotin noyðist at liva við. Seinnu árini hava vit sæð rættiliga skiftandi oljuprísir, og heilt fá ár herfyri vóru útlit til, at fiskiflotin kanska noyddist at binda. Teir, sum eiga uppisjóvarskipini, høvdu ikki hug at loysa eftir bíligum fiskalsøgum, eitt nú svartkjafti. Sum árið leið, lækkaðu prísirnir nakað aftur, men nú er bunkringarprísurin aftur uppi í gjøgnum. Beint í løtuni er ivaleyst rættiliga trupult at spáa um, hvør gongdin verður.
Poul Hansen, sum er valdur til nevndarformann í nýggja og stóra fiskivinnusamtakinum, ásannar, at nýggju sáttmálarnir, sum gjørdir eru millum manningarfeløg og reiðarar, hála í rætta endan, soleiðis at nakrar krónur minni skulu gjaldast út.
- Hýrurnar eru lækkaðar eitt vet, samstundis sum manningin luttekur í oljuútreiðslum, tá bunkringarliturin á olju fer upp um eitt ávíst krónutal.
Nú tey seks skipini, sum vóru í Faroe Seafood-samtakinum, hava loyst, heldur nevndarformaðurin, at høgu oljuprísirnir eru eitt spark í skinnabeinið hjá flotanum.
Hann fegnast hinvegin um, at upsaveiðan tykist vera góð í løtuni, og hetta er eisini besta tíð.
- Eg fegnist eisini um góðu upsaprísirnar, sum vit helst ongantíð hava sæð betri áður. So, vit kunnu siga, at her eru bæði døpur skýggj, men eisini glottar. Vit trúgva upp á hetta. Um vit ikki gjørdu tað, høvdu vit ikki farið undir hetta virksemi, sigur Poul Hansen, nevndarformaður.