Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen bæði ynskti og arbeiddi fyri at lækka talið av aðalráðum. Eftir at Fólkaflokkurin og táverandi samgongan góvust við at samstarva og minniluta samgongan við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum tók við, vóru bara seks landsstýrisfólk. Hetta tal ynskti løgmaður at varðveita, men fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp, noyddist at hann bróta sítt lyfti og ganga í móti sínum egnu ynskjum – og tað kostar pengar.
Ein landsstýrismaður fær 48.000 krónur um mánaðin í løn. Haraftrat kann hann fáa upp til 14.000 krónur skattafrítt um mánaðin í kostnaðarendurgjaldi og stívliga 2000 krónur í borðfæi. Tilsamans kostar ein landsstýrismaður umleið 65.000 krónur.
Men við at økja um talið av landsstýrismonnum við tveimum, økti hann eisini útreiðslurnar við 1,5 milliónum krónum. Hetta er bara tað, landsstýrismenninir kosta í sær sjálvum. Aftrat hesum skulu vit so leggja útreiðslur til eitt nú umsiting og aðalstjórar, sum ikki er lítið!
Sostatt eru 1,5 milliónir krónur at spara bara í lønum til tveir landsstýrismenn. Leggja vit so áðurnevndu útreiðslur aftrat, so er ikki lítið at koma eftir her.
Barnakonur skjótari heim
Sum er liggja barnakonur fimm dagar á sjúkrahúsi, eftir at tær hava átt. At skerja talið við bara tveimum døgum hevði spart okkum slakar átta milliónir
Eitt av mongu sparuppskotunum, vit hava fingið sendandi, leggur upp til at skerja talið av døgum, sum kvinnur, ið hava átt, hava á sjúkrahúsinum. Í Føroyum sleppa kvinnur at liggja fimm dagar á sjúkrahúsinum, eftir at tær hava átt. Ein sjúkrahússong kostar umleið 6000 krónur og sostatt kostar ein barnakona umleið 30.000 krónur, um hon verður liggjandi fimm dagar á sjúkrahúsinum.
Í Danmark fáa kvinnur, sum eiga fyri fyrstu ferð, eina nátt á sjúkrahúsi. Hevur tú átt áður, fert tú heim sama dag, sum tú hevur átt. Hetta er møguliga at gera ov nógv av, men skerja vit talið við úr fimm niður í tríggjar dagar, eru sanniliga nógvir pengar at spara.
Ein skjót útrokning út frá áðurnevndu tølum vísir, at tað eru slakar átta milliónir krónur at spara, um vit skerja tali, sum barnakonur fáa á føðideildini úr fimm niður í trý. Brúka vit 2010 sum dømi, so vóru 635 børn fødd í Føroyum. Lógu mammurnar hjá hesum børnum í fimm dagar á sjúkrahúsinum, kostaði tað umleið 19 milliónir krónur. Vórðu tær hinvegin sendar heim eftir trimum døgum, hevði hetta spart okkum slakar átta milliónir krónur. Tað er ikki smávegis, tá hugsað verður um, at løgmaður fekk lítið meiri enn átta milliónir krónur burtur úr samráðingunum um at tiðna blokkin og hækka ríkisveitingina.
Brúka vit donsku skipanina – sum vit annars ofta gera – og senda kvinnur, sum hava átt, heim eftir bert einari nátt, hevði tað spart okkum næstan 15 milliónir krónur!
Lækka tingmannatal
SPARIUPPSKOT Skerja vit tingmannatali við úr 33 niður í 25, eru slakar fýra milliónir krónur at spara í lønum árliga
Ofta hevur verið ført fram, at tingmannatalið í Føroyum er alt ov høgt. Sum er telur løgtingið 33 tinglimir. Hesir fáa allir stívliga 38.000 krónur í løn um mánaðin, umframt kostnaðarendurgjald, pensjón og aðrar ágóðar. Bara í lønum kostar tingið stívliga 15 milliónir krónur árliga. Leggja vit so kostnaðarendurgjald, borðfæ, pensjónir og aðrar ágóðar aftrat, so er samlaða upphæddin, sum Løgtingið kostar, munandi hægri.
Ein lesari skjýtur upp, at lækka tingmannatalið við átta fólkum. Hetta var nakað, sum varð nógv umrøtt nakað undan løgtingsvalinum, men kjakið tagnaði, tá valfepurin byrjaði. Táverandi løgtingslimurin hjá Tjóðveldi, Sjúður Skaale, sum nú er á fólkatingi burtur av, segði millum annað soleiðis:
- Løgtingið kann avrika akkurát tað sama við 25 fólkum. Og eg rokni við at 25 fólk gevur betri gjøgnumskygni, betri disiplin, betri ordan, betri arbeiðsumstøður hjá tí einstaka tingliminum, størri virðing fyri tinginum, størri sjálvsvirðing hjá tingfólki.
Og Sjúrður Skaale segði eisini, at sjálvt við 25 tingfólkum høvdu vit havt fleiri politikarar fyri hvønn íbúgva, enn flest onnur heimsins lond.
Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at tað hevði spart landinum munandi, um tingmannatalið lækkaði við átta fólkum. Hesi fáa, sum áður nevnt, stívliga 38.000 krónur og átta tingfólk kosta tilsamans umleið 3,6 milliónir krónur árliga bara í lønum. Við øðrum orðum eru slakar fýra milliónir at spara her, umframt áðurnevndu kostnaðarendurgjøld, borðfæ, pensjónir og so framvegis.