Svimjihøllin í Gundadali er nú vorðin eitt sindur grønari. Felagið Defined Energy, ið eru Bogi Bech Jensen, Jákup Bech Jensen og Heri Schwartz Jacobsen, hevur sett ein hitavekslara í svimjihøllina.
Skipanin fer væntandi at spara svimjihøllini eini 70 tons av veðurlagsgassi um árið, nakað sum svarar til útlátið hjá yvir 10 húsarhøldum. Dálkingin áðrenn hitavekslarin varð settur í var 115 tons árliga, so sparingin er sera stór.
Nýggi hitavekslarin endurnýtir hitan í spillvatninum frá brúsunum. Av tí at spillvatnið er heitt, inniheldur tað nógva orku, sum fer fyri skeyti, tá vatnið verður koyrt burtur. Hendan skipanin ger, at hitin frá spillvatninum verður nýttur at hita kalda brúksvatnið við. Ketilin hjá svimjihøllini fær tá minni at gera, við tað at vatnið, sum kemur inn og skal hitast upp, er heitari enn tað annars vildi verið, tað hevur fingið hita frá spillvatninum umvegis hitavekslaran. Skipanin hjá Defined Energy ger tað møguligt at endurvinna 70 prosent av orkuni frá spillvatninum. Á henda hátt sparir svimjihøllin stórar mongdir av olju, ið annars høvdu verið nýttar at hita vatnið við.
Tá sáttmálin við Tórshavnar kommunu varð undirskrivaður segði Jákup Bech Jensen, at skipanin væntandi fór at spara kommununi eini 27.000 litrar av olju árliga.
Tað er Heri Schwartz Jacobsen, sum er uppfinnari og høvuðsmennari. Skipanin er ment í Norðragøtu. Og tað er eisini í einum hølum í Norðragøtu, at alt verður framleitt – eisini maskinurnar, sum verða nýttar til at gera skipanina.
- Føroyska skipanin er eitt eindømi við stórum møguleikum at vaksa. Eingin annar veitari á marknaðinum bjóðar eina skipan við so høgum effektiviteti. Og eingin onnur fyritøka á marknaðinum hevur eina loysn til ídnaðin, stóð at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Jákup Bech Jensen, sølustjóri í Defined Energy, sigur við in.fo, at teir nú leggja dent á at selja loysnina uttanlands.
- Tað er ein ávísur marknaður í Føroyum, men møguleikarnir eru nógv størri uttanlands, sigur hann. Vit byrja í Danmark og so fara vit víðari út í heim. Hesin hitavekslarin er neyvan tann síðsta orkusparandi loysnin, sum vit fara at menna.