Sparing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Jutta Helgadóttir er ósamd í, at kunngerðin um, at stuðul bert verður veittur upp til 6000 krónur.
Brúkarin søkir um stuðul, og rindar munin millum stuðulin og tað hoyritólið kostar. Ynskir brúkarin okkurt meir avansera hoyritól ella eykaútgerð til hoyritólið hækkar brúkaragjaldi tilsvarandi.
- Fólk hava tikið sera væl ímóti hesi skipan, og eg haldi at tað ikki er meir enn rímiligt at tey rinda ein part sjálvi, um ein ynskir tað, sigur Jutta Helgadóttir.
- Ískoytið dekkar eitt vanlig tól - altso tær mest neyðugu funktiónirnar. Eg haldi at man skal vera nøgdur við at man fær ískoytið helst í hesum tíðum, hvar tað verður spart allastaðni, greiðir hon frá.
Hvat rindar tú fyri?
Jutta greiðir frá, at tað, sum tú rindar fyri, er nógv meira enn bara hoyritólið.
- Tú hevur møguleika at royna tólið í 14 dagar, áðrenn tú tekur eina avgerð. Tú rindar fyri tólið - 4 ára garanti og 4 ár fríða tænastu. Tú kann koma til eina og hvørja tíð og stilla uppá tólið alt tað fylgir við í prísinum. Tað vil siga at man skal strekkja upphæddina yvir 4 ár. Er tað nakað ein hevur brúk fyri tá man er hoyritólabrúkari, so er tað at fáa tænastu tá man hevur tørv á tí.
Jalig ávirkan
Jutta heldur sjálv, at tað hevur bara haft positiva ávirkan at henda lógin er komin í gildið. Hon greiðir frá, at tað at brúkarin nú sjálvur rindar ein part av kostnaðinum fyri hoyritólini, er við til at broyta hugburðin hjá brúkaranum tann rætta vegin.
- Nú tekur brúkarin størri ábyrgd fyri tólinum og stillar hægri krøv til tænastuna. Tað at brúkarin nú rindar fyri tað vøru og tænastu, hann áður fekk ókeypis, ger, at brúkarin kemur aftur og aftur til hann er nøgdur, og síðst, men ikki minst ansar betur eftir tólinum, hann nú hevur ogna sær, greiðir Jutta Helgadóttir frá.










