Sparingarnar sum forsvunnu: Øravík-Hov tunnilin/Samferðsluhavn

Fleiri løgtingsmenn hava postulerað at framskundan av Øravík-Hov verkætlanini fer at føra til sparingar á samferðsluhavnini uppá 45 mió. kr. Við at hyggja nærri at tølunum sæst at hesar sparingar eru ikki veruligar.

Nú hava limir í fleiri politiskum flokkum, og fleiri løgtingsmenn í eitt longri tíðarskeið verið frammi og útbasunerað at sparingar á 45 mió. kr. eru at vinna, bert ein tunnil verður gjørdur millum Øravík og Hov sum skjótast. Hetta er sagt bæði í útvarpi, bløðunum og í sjálvum álitinum frá Løgtingsins Vinnunevnd.
Talan skal vera um tvær sparingar. a) Tunnilin sum NCC skjýtur upp at gera í staðin fyri tann sum Landsverkfrøðingurin hugsar sær viðførir eina sparing uppá 30 mió. kr. b) Harumframt sigast 15 mió. kr vera at spara við at brúka grót úr tunlinum til samferðsluhavnina. Ergo 45 mió. kr.!
Latið okkum tó nú hyggja nærri at teimum omanfyri nevndu 45 milliónunum, sum Føroya Fólk fer at fáa tilgóðar av at frammskunda Øravík-Hov tunnilin.
Sparing a) Tær fyrstu 30 milliónirnar er sparing sum kemst av at gjørdur verður ein annar tunnil enn tann sum Landsverkfrøðingurin upprunaliga hugsaði sær. Tískil hevur hendan sparing onki við samferðsluhavnina at gera, men kann hendan sparing fremjast sjálvt um ongin samferðsluhavn so varð gjørd. Hendan sparing kann tí ikki tilroknast frammskundanini av Øravík-Hov tunlinum.
Sparing b) 15 mió. kr. sigast vera at spara við at nýta grót úr Øravík-Hov tunlinum, tí alternativið vildi verið at keypt grót úr grótbroti til samferðsluhavnina. Hinvegin hevur einki verið nevnt um, at um tunnilin ikki hevði kunnað selt grót til samferðsluhavnina, so hevði tunnilin kunnað selt grótið til onkra aðra verkætlan í oynni ella í versta føri kundi tunnilin selt grótið til grótbrotið sum so kundi goymt grótið eina tíð. Tað spillist helst ikki av at liggja nøkur ár inntil ein vegur ella ein havn aftur skal gerast í oynni. Tapið av hesum vildi so verið tíðarvirðið av teimum 15 milliónunum, sum í t.d. 5 ár við 3% diskontering vildi verið uml. 2 mió. kr.
Sostatt sær út sum at sparingin uppá 45 mió. kr er vorðin ein sparing uppá umleið 2 mió. kr. Hetta er eisini ein sparing sum verd er at hava í huga, og sum eisini hjálpir landshúsarhaldinum. Tí er møguliga eisini eitt sindur av haldi í tí sum ávísir tingmenn føra framm, nevniliga at ein fyrimunur kann fáast við at frammskunda Øravík-Hov tunnilin. Men um hugt verður at støddini á teimum so er ein upphædd uppá 2 mió. kr. sera lítil í mun til óvissurnar í einari samlaðari verkætlan uppá 152 mió. kr. (92 mió. kr. til tunnilsgerð við uppskotinum frá NCC + 60 mió. kr. til samferðsluhavn). Harumframt stóð mikudagin fyri Páskir at lesa í bløðunum, at NCC gjørdi vart við at tølini 92 mió fyri tunnilin og sparingina uppá 15 mió. kr. til havnagerð bert vóru leysligar metingar, og als ikki bygdar á veruligar kostnaðarmetingar ella tilboð. Hetta ger bert óvissuna um tølini enn størri.
Løgtingsmenn hava fingið høga løn fyri starv sítt tí nú skuldi tað vera at rokna sum minst hálvtíðarstarv. Tískil var argumenterað fyri at nú skuldu størri krøv setast til tingarbeiðið. Tó eru eftir hesum at døma ikki stórvegis tekin um hesa størri dygd í tingarbeiðinum at hóma. Tingfólk sleinga pástandir um risasparingar út, sum eru tiknir meiri ella minni úr leysum lofti, bert fyri at fáa ávísar regionalpolitiskar ætlanir gjøgnumtrumfaðar. Eitt er, at beinleiðis skeivleikar verða framsagdir, tað slepst kanska ikki undan, men tað løgna við hesum er, at slíkir pástandir fáa loyvi til at standa eftir sum tann endaligi sannleikin uttan at nakar av hinum tingmonnunum ger vart við skeivleikan í tølunum.
Nú er málið um samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði so avgreitt í tinginum og endaliga avgerðin varð at grótið í mest møguligan mun skuldi takast úr Øravík-Hov tunlinum. Møguliga var hetta eisini besta loysnin, men sera harmiligt er, at tingmenn eru so kreativir tá veldst um at trýsta sítt ígjøgnum at tað gongur útyvir trúvirði Løgtingsins.