Sparingarnar einki við blokkin at gera

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, heldur, at niðurskurðurin í blokkískoytinum, sum undanfarna samgonga fekk í lag, einki hevur at gera við tær sparingar, sum nú verða gjørdar innan tað almenna.

Nú tað verður spart innan tað almenna, eru tað nógv, sum halda, at hevði undanfarna samgonga ikki valt at skerja blokkin, varð sloppið undan teimum sparingum, sum nú verða gjørdar. Hesum er fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, tó ikki samdur í, og hann heldur framferðarháttin hjá núverandi samgongu verða alt annað enn virðiligan.

Ódámligur framferðarháttur
Karsten Hansen sigur, at hann heldur tað verða sera óheppið, at landsstýrið alment meldar út, at skerjingar verða gjørdar innan tað almenna, og at 10 prosent skulu sparast, áðrenn man hevur tosað við teir bólkar, ið verða raktir av hesum skerjingum.
? Slíkar útmeldingar gera fólk ótrygg. Vit brúktu nógva tíð og orku uppá ikki at koma við útmeldingum, sum ikki vóru væl fyrireikaðar og gjølla umhugsaðar. Útmeldingarnar hjá hesum landsstýrinum gera, at eingin veit hvør skal sigast upp. Tískil ganga fólk bara og bíða eftir degnum, har ein og ein verður róptur inn at fáa deyðadómin, og tað er als ikki virðiligt, sigur Karsten Hansen.
? Vit ætlaðu ongantíð at fara út við slíkum fyribilsloysnum og sagt 20 fólkum upp her og 10 har. Heldur vildu vit gjørt tingini virðiligt við at fyrireika tað, og síðani boða frá, at nú bleiv tað og tað økið rationaliserað, og tí var til dømis neyðugt at siga fýra fólkum úr starvi, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
? Tann rætti mátin hevði verið at farið fram, soleiðis sum vit gjørdu tað í sambandi við toll-automatiseringina. Vit gjørdu eina ætlan við stigvísum rationaliseringum, og tað kostaði tvey árverk fyrsta árið, fýra í fjør og fimm í ár. Tær rationaliseringarnar gjørdu vit, og teir heysta sparingarnar, sigur Karsten Hansen.

Ætlaði at endurskoða miðfyrisitingina
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin greiðir frá, at frá fyrsta deg hann kom í landsstýrið, arbeiddi hann av øllum alvi fyri at fáa pengar til at seta ein bólk, sum kundi fara runt í allari skipanini og endurskoða hana.
? Teir pengarnar, sum eg bað um, fekk eg ikki fyrr enn tað síðsta árið, so tað kom ongantíð av álvara í gongd. Ætlanin var, at tvey fólk skuldu gjøgnumganga alla miðfyrisitingina og koma við uppskotum til rationalisering. Ætlanin var millum annað, at tað eisini skuldu verða eygu uttanífrá, sum komu inn og hugdu at skipanini, sigur Karsten Hansen.
Somuleiðis sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, at tá ið tjóðveldisflokkurin kom í samgongu í 1998, fekk flokkurin skrivað í samgonguskjalið, at miðfyrisitingin skuldi endurskoðast, tí tað var blivið ov kassaskipað, og hvør gekk og passaði sítt egna kongaríki, sum Karsten Hansen málber seg. ? Vit ætlaðu at hava tað meiri tvørgangandi, men tað var nógv mótistøða móti tí í samgonguni, og løgmaður vildi ikki gjøgnumføra tað. Fíggjarmálastýrið gjørdi eina ætlan, men vit fingu skrivliga at vita frá løgmanni, at vit skuldu halda fingrarnar burtur, sigur Karsten Hansen. Harafturat vísir hann á, at júst sambandsflokkurin, sum nú umsitir fíggjarmál, sat við róðrið, tá ið miðfyrisitingin øktist munandi.

Blokkniðurskurðurin einki samband við sparingarnar
Karsten Hansen heldur tað verða burturvið at siga, at tað er blokkískoyti, sum hevur gjørt, at vit hava havt eitt høgt alment tænastustøði í landinum. ? At vit skóru blokkin hevur einki við lækkandi alment tænastustøði at gera. Hyggur tú eftir tænastustøðinum í 80'unum og miðskeiðis í nítiárunum, so er tað ikki á hædd við í dag. Tá var alt tænastustøðið skorið burtur. Blokkurin hevur bara gjørt, at vit føroyingar altíð hava handlað ábyrgdarleyst, sigur Karsten Hansen.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin heldur ikki, at tíðirnar í Føroyum eru so ringar, sum nógv vilja gera tær til. ? Tíðirnar eru ikki tær somu sum í 2001, men tíðirnar eru ikki ringar, sigur Karsten Hansen og leggur afturat, at arbeiðsloysið í dag er ikki størri enn tað var í 2001.

Javnaðarflokkurin vildi hækka fíggjarlógina
Somuleiðis sigur Karsten Hansen, at tá ið Tjóðveldisflokkurin sat í landsstýrinum, var nógv gjørt fyri at styrkja fíggjarstøðu landskassans. ? Vit valdu at konsolidera landskassan í góðu tíðunum, og tí gerast tíðirnar ikki so ringar, sum tær til dømis vóru í kreppuni í 90'unum. Javnaðarflokkurin brúkti øgiliga nógva orku upp á at fáa okkum at hækka fíggjarlógina við einari hálvari milliard, tí teir hildu, at vit brúktu ov lítið. Vit søgdu tó nei, tí tíðirnar fóru ikki at standa við, greiðir Karsten Hansen frá.

Lønarhækkanir kosta ikki tí almenna nógv
Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at almennu lønarhækkanirnar kosta landskassanum nógv, men hesum er Karsten Hansen ikki samdur í. ? Hækkandi lønir kosta ikki tí almenna nógv, tí veksa almennu lønirnar, veksa allar aðrar lønir í samfelagnum tilsvarandi. Hetta merkir eina økta skattainntøku av øllum lønarbólkum, og tí verða tað ikki færri pengar í landskassanum av tí at byrja við, sigur hann.
Karsten Hansen sigur eisini, at tað sær út sum um, at landsstýrið ætlar sær at skerja tað meira útbúna fólkið burtur. ? Tað tykist sum um, at jú meiri útbúgving tú hevur, jú størri er vandin fyri at blíva uppsagdur. Tað dugi eg ikki at skija, tí man hevur brúkt nógva orku uppá at fáa fólk meiri útbúgvið og harvið eitt betri virkandi samfelag, sigur hann og leggur afturat, at hann væntar, at tað fer at kosta í hinum endanum.