Sparingar tiknar av skrá

Undanfarna stjórnin í Danmark hevði ætlanir um at skerja játtanina til løgregluna í Føroyum og Grønlandi við knøppum 17 milliónum tilsamans. Hetta stendur eisini á framskrivaðu fíggjarlógini, sum orsakað av danska stjórnarskiftinum verður galdandi til 20. januar.

Sjúrður Skaale hevur tikið málið upp við løgmálaráðharran, Morten Bødskov, og á fundi í gjár fekk hann vissu fyri, at eingin sparing verður.

Í fíggjarpolitisku semjuni, sum nýggju stjórnarflokkarnir hava gjørt, er sparingin strikað. Tað merkir, at í fíggjarlógini, sum nýggju stjórnarflokkarnir hava gjørt semju um, og sum verður samtykt 20. Januar, verður upphæddin til løgregluna í Føroyum tann sama, sum í fjør.

Men kortini eru trupulleikar á hesum øki, ikki minst viðvíkjandi føroysku arrestini. Á fundinum vórðu hesi viðurskifti eisini viðgjørd.

Sjúrður Skaale vísti á teir trupulleikar, sum standast av, at einans 11 pláss eru í føroysku arrestini. Avleiðingarnar av hesum er lutvíst, at langur bíðilisti er til at sleppa inn at sita í Føroyum, og lutvíst at fangar, sum einans sita varðhaldsfongslaðir og ikki hava fingið dóm, stundum verða sendir til Danmarkar at sita.

Tað er komið fyri, at føroyingar, sum eru ósekir, í langa tíð hava sitið millum fangar, ið hava framt álvarsaman kriminalitet. Millum annað var málið um Jan Erik Dyrhuus Poulsen, sum í fjør sat drúgva tíð ósekur í Vestre Fængsel tikið fram.

Hetta er ikki bara menniskjaliga skeivt – hetta er eisini í stríð við endamálið í §770 í donsku rættargangslógini sum sigur, at varðhaldsfangar, sum bíða eftir dómi, tá tað ber til, eiga at siga í eini arrest, ið er tætt við har, sum teirra mál verða viðgjørd.

Á fundinum kom fram, at eingin ætlan fyriliggur um, hvussu hetta málið skal loysast, og til tess at fáa tað á dagsskrá, hevur Sjúrður Skaale nú sett løgmálaráðharranum ein formligan fyrispurning um málið.