Tað er nú greitt, at sparikravið til Ellis og Røktarheimið á Tvøroyri, verður ikki so ógvusligt, sum tað annars varð boðað frá í summar.
Men sparingarnar verða framvegis so mikið ógvusligar, at tað slepst ikki undan at siga fleiri fólkum úr starvi á heiminum.
Hinvegin er eisini greitt, at sparingarnar sum skulu setast í verk hjá Nærverkinum í Suðuroy, fara eisini at raka virksemið í Vági.
Nærverkið hevur nevniliga eisini boðað frá, at fyri at spara, verður minni virksemi sett í verk í 2011.
Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Nærverkið sigur, at upprunaliga sparikravið til Suðuroyar Ellis og Røktarheim upp á 2,7 milliónir, er nú sett næstan niður í helvt, so at tað nú er talan um 1,478 millión, sum skal sparast.
- Hina helmingina av sparingini skal Nærverkið halda við at setta minni virksemi í verk í Vági í 2011, sigur Mary J. Í Garði, stjóri á Nærverkinum í brævi til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim.
Átta pláss skerjast
Men Nærverkið nýtir eisini høvi til at minna á fíggjarlógina fyri næsta ár, har tað stendur, at í virksemið á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri verður minkað so líðandi, ”soleiðis at tað í seinasta lagi 1. januar í 2012 eru 8 búpláss færri, tí 8 dupultkæmur verða gjørd um til einkultkømur”
Men sparingarnar enda ikki her, tí Nærverkið ger samstundis vart við, at næsta ár verður dagsprísurin minni hjá ellis og røktarheinum og tí kann Suðuroy ellis- og Røktarheim vænta at fáa eitt sparikrav afturat.
Hvussu stórt tað verður, hevur Nærverkið ikki roknað út enn.
Nógv rok
Tað elvdi til nógv rok í summar, tá ið tað frættist, at umfatandi sparingar skuldu setast í verk hjá Nærverkinum í Suðuroy næsta ár.
Boðað frá frá sparingum upp á 2,7 milliónir á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi og tað hevði kostað 15 fólkum starvið.
Samstundis skuldu átta tvímannakømur gerast um til eittmanskømur og sostatt verða átta búpláss færri á heiminum.
Ongin kann tryggja eina ávísa nátúrliga frágongd á Suðuroyar Ellis- og røktarheimið. Men sparingarnar skuldu tryggjast við at brúka nýggja ellis – og røktarheimið í Vági til kitt. Tað merkir,at virksemið á nýggja heiminum í Vági skal avmarkast, til vissa er fingin fyri, at nátúrlig frágongd, sum tað eitur, á heiminum á Tvøroyri, hevur ført til, at tey átta tveymannakømrini vórðu blivin til eittmanskømur.
Tað merkir eisini, at so hvørt búfólk fella frá á heiminum á Tvøroyri, verða ongi nýggj tikin inn, líka til øll tvímannakømrini eru blivin til eittmanskømur.
So hvørt sum frágongd er á Tvøroyri, kann virksemið í Vági so økjast samsvarandi, til roknistykkið passar.
Men tað merkir so eisini, at tilsamans í Suðuroy verða átta ellis- og røktarheimspláss færri, enn tað annars høvdu verið.
Sum tað sæst í hinum greinunum her á síðuni, er sparikravið nú linkað niður í helvt, men ætlanin um at niðurleggja tvímannakømrini so líðandi stendur við.
Les eisini greinina: Fleiri fólk missa starvið í Suðuroy