Sparingar skulu helst ikki raka tey eldru

- Vit gera alt tað vit kunnu, fyri at sparingar ikki skulu raka búfólkið.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon og leiðslan í Almannaverkinum sita nú og viðgera støðuna á ellis- og røktarheimunum kring landið, eftir at Løgtingið í farnu viku játtaði økinum 4,1 milliónir eyka at brúka í ár.

Tað gjørdi Løgtingið eftir at tað var komið fram, at ógvusligar sparingar máttu setast í verk fyri at halda játtanina og hetta vóru sparingar, sum fóru at fáa álvarsligar avleiðingar fyri búfólkið á ellis- og røktarheimum.

Eitt nú skuldi játtanin til mat og ítriv skerjast, tey eldru skuldu fyrr í song og møguleikarnir at sleppa í bað, vórðu eisini herdir.

Annika Olsen sigur, at nú Løgtingið hevur játtað 4,1 milliónir afturat, eru fortreytirnar munandi broyttar.

Men samstundis er greitt, at hetta er ikki nóg mikið til at sleppa heilt undan sparingum. Skulu ellis- og røktarheimini sleppa heilt undan sparingum í ár, skulu tey hava eina eykajáttan upp á 6,2 milliónir, so tað mangla framvegis 2,1 milliónir í.

Annika Olsen hevur eisini váttað, at eykajáttanin á 4,1 milliónir, tekur bara broddin av sparingunum.

Men hon sigur, tá ið støðan nú er til viðgerar av nýggjum, verður alt gjørt fyri at møguligar sparingar ikki skulu raka tey eldru.

Hon sigur, at tvørtur ímóti verður kannað eftir, um bygnaðurin kann broytast við tí endamálið at gera økið bíligari at umsita, so at størri partur av játtanini kemur teimum eldur til góðar.

Eitt nú hevur nógv verið tosað um, at heili sjey millumleiðarar og millumleiðarar eru ímillum sjálvan brúkaran og ovasta stjóran og nógv hevur verið tosað um at skerja fleiri av hesum leiðarum og millumleiðarum, burtur.

Hvussu tað skal gerast, hevur hin einki boð upp á í dag.

Men næsta ár skal eldraøkið leggjast undir kommunurnar, so hon fer at tosa við kommunurnar um, hvussu eldraøkið skal skipast.

Nógvir leiðararnir hava minst tríggjar mánaða uppsagnartíð og fleiri hava eitt hálvt ár. Tí spyrja vit Anniku Olsen um tað ikki er avmarkað, hvussu nógv kann sparast á tí økinum í ár?

- Tað er tað, sum skal kannast, sigur hon.

Men vísir tað seg seinni, at pengarnir ikki røkka kortini, verður so aftur ein eykajáttan seinni?

- Tað fái eg slett ikki sagt nakað um enn, sigur Annika Olsen.

Hon verður eisini spurd, hvussu verður næsta ár, tí tað er heldur ikki ætlanin at hækka játtanina næsta ár?

- Men tað fer Annika Olsen ikki sagt nakað um, tí næsta ár verða tað kommunurnar, sum yvirtaka eldraøkið, sigur hon.