Sparingar skerja seturskúlan

Næsta skúlaár verður ikki eins lætt hjá føroysku fólkaskúlunum at fara á seturskúla – vegna sparingar

Næsta skúlaár verður ikki eins lætt hjá føroysku fólkaskúlunum at fara á seturskúla – vegna sparingar

 

– Sum tað sær út nú, so vera ikki tímar til allar lærarar, ið hava hug at ferðast við sínum næmingum, tí komandi skúlaár verða ikki nóg nógvir tímar játtaðir til at fara á seturskúla fyri. Um so er, at fleiri ynskja at ferðast, so mugu tímarnir finnast í tímajáttani hjá skúlanum. Altso, takast frá onkrum øðrum, ið uttan iva longu skríggjar eftir tímum.

 

Tað skrivar Andrea á Rípuni, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag í skúlablaðnum.

 

Hon vísir á, at tað er ikki bert seturskúli, ið fyllir nógv hesa ársins tíð. Tann skapandi hugurin, ið ofta kemur til sjóndar, tá evnisvika er, ella tímatalvan verður niðurløgd, fyllir nógv og krevur nógva fyrireiking.

 

– Tað er ikki so, at vit onki gera til nyttu móti ársenda, og av tí orsøk kunnu næmingar fara at ferðast ella annað, tí nú er bara fjas eftir. Tann øðrvísi undirvísingin, sum vit uttan iva kundu havt meiri av, kemur veruliga til sín rætt, og tað er ein fragd fyri læraran at síggja næmingarnar í hesum ljósi. Hetta er eisini ein avbjóðing fyri ávísar næmingar, men eisini mennandi fyri teir, vísir hon á.

 

Hon vísir á, at fyri at tvørgreinalig og tvørflokslig undirvísing skal eydnast, er neyðugt við eini innanhýsis fatan av, hvat ið er týdningarmikið. Ein neyv planlegging, har lærarar geva sær stundir at stilla seg eftir hvør øðrum, gevur eitt gott úrslit. Tað er eins týdningarmikið fyri undirvísaran at vera tryggur, sum tað er fyri næmingarnar.

 

– Enn eitt ár er liðið, og eri eg serstakliga glað fyri endaspurtin hjá okkum, eitt úrslit, ið vit fingu saman sum toymi. Eg lærdi eins nógv og næmingarnir. Hvat kann vera størri í mínum yrki, enn næmingar, ið stoltir vísa sítt avrik, og siga við okkum: hetta vilja vit gera aftur, skrivar Andrea á Rípuni í Skúlablaðnum.