Vegna Javna
Óli Wolles, formaður
Rúna Sivertsen, dagligur leiðari
-------------
Javni hevur sent Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, soljóðandi skriv:
Javni mótmælir, at mismunur verður gjørdur í sambandi við sparingar á skúlaøkinum. ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek sigur, at øll fólk eru eins fyri og undir lógini og hava rætt við ongum mismuni. Tí krevur Javni - um neyðugt er at spara á skúlaøkinum - at skert verður í øllum skúlaverkinum yvir ein kamb
“Tað skal sparast”, ljóðar úr øllum ættum, og hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri skúlaøkið. Og tíverri má Javni ásanna, at enn einaferð eru børnini við serligum tørvi, tað serliga gongur út yvir. Vit frætta nú frá foreldrum at børnum við breki, sum fáa at vita, at barn teirra kann ikki fáa tann stuðul í skúlatíðini komandi ár, sum tey hava fingið higartil, tí skúlin skal spara. Hetta hevur við sær, at barnið í flestu førum má vera tilsvarandi færri tímar í skúla.
Í grein í bløðunum um vikuskiftið sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, at “enn halda vit øll lógarbundin krøv...” Javni má tí gera vart við, at her hevur landsstýriskvinnan neyvan fingið rættar upplýsingar. Sama fólkaskúlalógin er galdandi fyri børn við breki sum fyri øll onnur børn – og tey eru mong, ið ikki fáa ta skúlagongd, tey eftir fólkaskúlalógini eiga at fáa. Javni hevur áður víst á, at tað er mismunur, tá børn við breki fáa styttri skúladag enn javnaldrarnir – og dømini eru mong um tað.
Afturat hesum kemur, at fyri landskassan er neyvan talan um nakra nevniverda sparing, tí teir tímarnar, eitt barn við breki verður styttri í skúla, má almannaverkið veita stuðulstímar í staðin, um foreldrini skulu kunna røkja sítt arbeiði. Her er í mongum førum bert talan um, at ein útreiðsla verður skúgvað frá Mentamálaráðnum til Almannamálaráðið.
Føroya Løgting samtykti í mai í fjør, at Føroyar skulu taka undir við ST-sáttmálanum um rættini hjá einstaklingum, ið bera brek, og hesin sáttmáli fekk gildi tann 23. august 2009. Sáttmálin ásetur m.a., at tað er bannað at gera mismun á fólki vegna brek (sí §5), og at børn við breki eiga at fáa fullgóða og inkluderandi skúlagongd (sí § 24) – tað er saman við javnaldrum í vanliga skúlanum.
Eru ráðini ikki at veita næmingum við breki ta skúlagongd, teir eftir fólkaskúlalógini eiga rætt til, so er eitt at gera, um landsstýrið ikki tilætlað skal gera mismun á landsins borgarum: tað er at skerja undirvísingina hjá øllum børnum til tað støði, ráðini røkka til. Hava børnini í miðal 30 tímar um vikuna, so er skjótt at rokna út, at fyri hvønn tíma vit skerja, spara vit góð 3%. Ein skerjing, sum er 2 tímar um vikuna – alt skúlaverkið yvir ein kamb – er ein sparing á meira enn 6%. So er kravda sparingin komin upp á pláss!
Onkur øtast kanska og rópar um fólkaskúlalógina. Jú, men hon er galdandi fyri øll! Nú má tann tíð vera farin, tá børn við breki einsamøll skulu bera størsta partin av rokningini.
Javni mótmælir tí staðiliga, at játtanin til børn við breki verður skerd so, at skúladagur teirra – sum í mongum førum longu var ov stuttur frammanundan, nú gerst enn styttri. Javni krevur eisini at skúlans myndugleikar virða Sáttmála sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, har Føroya Løgting hevur samtykt, at tað er bannað at gera mismun á fólki vegna brek, og at børn við breki eiga at fáa fullgóða og inkluderandi skúlagongd.