Sparingar á Sandoyarleiðini

Tað kemur sera dátt við at tað er landstýrismaðurin í vinnumálum Jóhan Dahl, ið stendur á odda fyri at mergsúgva Sandoynna enn meir.

Støðan í Sandoynni er, at fá arbeiðspláss eru í oynni. Hetta hevur so við sær at nógv fólk hevur arbeiði aðrastaðni, og eru hesi tí beinleiðis bundin av farðleiðini um Skopunarfjørð. At tey hava starv aðrastaðni er viðvirkandi til at arbeiðsloysi í oynni er tað lægsta í landinum. At minka um túratali og at broyta siglingatíðinar um Skopunarfjørð ger at vit verða meint rakt, og kemur hetta helst at hava við sær, at fleiri fólk verða noydd at siga starv sítt frá sær.
Tað sindrið av vinnulívið, ið er í oynni er sera tengt av sambandinum til meginlandið, og tí kemur tað okkum sera dátt við at ein borgarligur vinnumálaráðharri, skal standa á odda fyri hesum, ið okkara verð, púra burturvið sparingum.

Vit her suðuri standa spyrjandi yvir, hvar Jóhan Dahl hevur fingið hatta sparings hugskoti frá. Hvat er endamálið við at niðurleggja og flyta teir mest brúktu túrarnar?

Vit skilja væl at landið skal spara. Men sparið við skili! Eitt er, ið verður rópt at spara eftir reyv, og tað kann henda sparing skjótt blíva til. Ringasta støða ein kann ímynda sær, er at arbeiðsloysi tekur dik á seg í oynni, og kemur tað at spreiða seg sum ringar í vatninum í okkara lokala samfelag. Hetta kann lættliga verða byrjanin til eina kreppu, ið ger Sandoynna nógv verri fyri enn hvat hon er í dag.
Sandoyggin vil gjarna verða klár, tá tað byrjar at lýsa í aftur, og hjálpa okkum øllum fram á leið.
Gev Sandoynni og ikki minst vinnulívinum tann møguleika og leggi ikki fótonglar fyri okkum. Umhugsi tí fylgjurnar av hesi sparing enn eina fer.

Við ynski um framburð í Sandoynni, og okkara landi at frama.