Nú um dagarnar boðaði Landsverk frá sparingum, sum eisini fara at raka tænastuna úti á vegunum. Og nú tað stundar ímóti vetri, eru fólk eisini farin at stúra fyri, at tað eisini fer at raka vetrarhaldið hjá stovninum og at vegirnir ikki fara at verða líka væl ruddaðir fyri kava og grúsaðir fyri ís, sum teir plagdu verða.
Men tað avsannar Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Ætlanin er ikki, at sparingarnar skulu raka vetrarhaldið, tí tað er beinleiðis ein spurningur um ferðslutrygdina, sigur hann.
Hann sigur sostatt, at stovnurin fer at brúka líka nógvan pening til vetrarhaldið í ár, sum hann plagdi.
Játtanin til vetrarhaldið liggur um einar átta milliónir krónur um árið.










