Skulu vit spara 2,5 milliónir krónur í rakstrinum í ár, so verður neyðugt at fremja sparingarnar beinanvegin.
Tað sigur Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum í Havn.
Boðanesheimið hevur fingið boð um, at rakstrarjáttanin verður skerd 2,5 milliónir krónur. Játtanin úr Almannaverkinum verður veitt fyri hvørt búfólkið. Almannaverkið roknaði við, at øll 64 plássini á Boðanesheiminum vóru tikin í brúka pr 31. januar. Men tá tað ikki bleiv veruleiki, er Almannaverkið farið at mótrokna í rakstrarjáttanini.
Almannaverkið og Tórshavnar Kommuna eru ikki samd um útrokningargrundarlagið. Men meðan partarnir samskifta um tølini, er leiðarin á Boðanesheiminum farin at fyrireika sparingar.
- Fyri Boðanesheimið merkir tað, at vit flyta okkum frá at vera eitt nýmótans heim við visjónum fyri framtíðina og tilboðum til búfólk og starvsfólk, til einans at vera eitt heim, ið bjóðar mest basalu røktina, sigur Jóngerð Guttesen.
Ein ítøkilig avleiðing av sparikravinum verður, at ætlaða tilboðið um samdøgurs-rehabilitering verður av ongum.
- Ja, tað verður so av ongum. 14 fólk bíða í løtuni eftir hesum tilboðnum, og hartil verða starvsfólkini, ið skuldu røkja uppgávuna, væl saktans uppsøgd, sigur Jóngerð Guttesen.
Harafturat verður neyðugt við øðrum sparingum og skerjingum, sigur Jóngerð Guttesen.
Hoyr samrøðu við leiðaran á Boðanesheiminum her: